Kl.15.50 seinnapartin setti eitt flogfar úr Istanbul seg í Vágum. Umborð var hópurin hjá turkiska stórfelagnum, Besiktas, sum í annaðkvøld spælir Europa League-dyst ímóti B36 á Ovara Vølli í Gundadali.
Les eisini: Besiktas noktar áskoðarum til dystin
Besiktas hevur kunngjørt hvørjir spælarar eru við í hópinum, og sum væntað eru HM-spælarar sum Domagoj Vida, Pepe og Ricardo Quaresma ikki við. Hinvegin eru kendir menn sum Gary Medel, Ryan Babel, Vagner Love og Alvaro Negredo við.
Hópurin hjá Besiktas:
Tolga Zengin
Utku Yuvakuran
Ersin Destanoğlu
Gökhan Gönül
Gary Medel
Necip Uysal
Fatih Aksoy
Alpay Özalan
Caner Erkin
Adriano
Tolgay Arslan
Dorukhan Toköz
Orkan Cinar
Jeremain Lens
Ryan Babel
Cyle Larin
Mustafa Pektemek
Alvaro Negredo
Vagner Love
Güven Yalcin










