Her er fyrsti landsliðshópurin hjá Håkan Ericson

A-landsliðið: Håkan Ericson hevur í dag úttikin sín fyrsta landsliðshóp og tað eru fleiri broytingar

Håkan Ericson hevur á tíðindafundi í dag úttikið sín fyrsta A-landsliðshóp. Tað eru fleiri broytingar í hópinum, sum telur nýggj nøvn sum Daniel Johansen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, meðan spælarar sum Gunnar Vatnhamar og Andreas Lava Olsen eru aftur á landsliðnum.

A-landsliðið hjá monnum skal hósdagin 3. september spæla móti Malta á Tórsvølli. Dysturin byrjar klokkan 19:45. Sunnudagin 6. september verður dystur í Andorra  14:00.

Hópurin:

Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
René Shaki Joensen, HB
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Daniel Johansen, HB
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)
Heini Vatnsdal, KÍ
Heðin Hansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Adrian Justinussen, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborgs (Svøríki)
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Dan í Soylu, HB
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ