Her er fyrsta keypið hjá United

Premier League: Manchester United hevur í dag kunngjørt fyrsta keypið í summar

Manchester United hevur kunngjørt keypið av 24 ára gamla Mason Mount frá Chelsea. Prísurin sigst liggja um 500 milliónir krónur.

 

Enski landsliðsspælarin hevur verið settur í samband við Liverpool, men seinastu tíðina hevur tað ljóðað, at hann vil til Manchester United og Champions League fótbólt.

 

Mason Mount er uppvaksin í Chelsea og tað eru blandaðar kenslur í barndómsfelagnum, nú ein av teirra egnu fer til ein kappingarneyta. Mason Mount hevði eitt ár eftir av sáttmálan, so skuldi Chelsea hava pengar fyri hann, mátti hann seljast í summar.

 

Manchester United verður eisini sett í samband við málverjan hjá Inter Milan, André Onana.