Her er fyrsta keypið hjá Ole Gunnar

Kollveltingin í Manchester United byrjar í Swansea

Bretskir miðlar skriva í dag, at Manchester United er á gáttini at keypa 21 ára gamla Daniel James frá Swansea í næstbestu deildini í Onglandi. Hann hevur í eina tíð verið settur í samband við Manchester United, sum væntandi fer at gera fleiri broytingar í hópinum í summar.

21 ára gamli Daniel James er walisiskur landsliðsspælari, sum spælir á vonginum. Hann hevur fingið sítt heilt stóra gjøgnumbrot í hesum kappingarárinum. Hann hevur spælt 38 dystir fyri Swansea, har hann hevur skorað fimm mál og lagt upp til tíggju.

##med2## 

Tað ganga í løtuni nógvar søgur um Manchester United og spælarar, sum felagið ynskir at selja og keypa. Mest umstríddi spælarin er Paul Pogba, sum Real Madrid skal eitast at hava víst áhuga fyri. Ein onnur søga, har tað legst afturat, er at Gareth Bale er á veg úr Real Madrid. Hann og Zinedine Zidane finna ikki væl útav tí. Her er Manchester United eitt gott boð.