17:07 Badminton - Einmansleikur menn: Benjamin Gunnarstein - Aksel Poulsen
Benjamin Gunnarstein vann finaluna 2-0 og er føroyameistari.
16:20 Borðtennis - einmansleikur menn: Fróði F. Jensen - Pætur Albinus
Aftaná eina sera spennandi finalu var endin tann, at miðlamaðurin hjá Miðlahúsinum, Pætur Albinus, á fyrsta sinni vann FM-heitið í einmansleiki hjá monnum. Endaliga settúrslitið gjørdist 4-3 til Pætur ímóti Fróða.
16:04 Judo - Opin bólkur: Jógvan Páll Kristiansen - Petur Sigurð Johannesen
Petur Sigurð Johannesen er blivin trýfaldur føroyameistari. Hann vann enn einaferð, og tískil má staðfestast, at Føroyar hava funnið sín kong í Judo.
15:53 Judo - Ung: Regin á Rógvu - Bárður Hentze Lenvig
Regin á Rógvi vann hesa finaluna.
15:21 Badminton - einmansleikur kvinnur: Rannvá D. Carlsson - Brynhild D. Carlsson
Tvær systrar bresta saman í stríðnum um FM-heitið í einmansleiki hjá kvinnum í badminton.
Rannvá var stinnara systurin og vann ein tryggan 2-0 sigur í settum. Hetta er fjórða árið á rað, at Rannvá vinnur føroyameistaheitið í einmansleiki hjá kvinnum.
15:04 Judo - miðalvekt menn: Jógvan Páll Kristiansen - Sigmundur Johansen
Tað gongur heilt væl hjá Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag. Hann hevur nú vunnið sítt annað føroyameistaraheiti í dag. Sostatt er hann føroyameistari í bæði lættvekt og miðalvekt, og hann hevur framvegis eina finalu eftir.
14:28: Borðtennis - einmansleikur kvinnur: Durita F. Jensen - Anna Mikkjalsdóttir
Durita vann ein trivaligan 3-1 sigur og er hervið føroyameistari hjá kvinnum í badminton
14:11: Judo - lættvekt menn: Jógvan Páll Kristiansen - Nicolaj Skoubo
Jógvan Páll Kristiansen vann ein tepran sigur og er hervið føroyameistari í lættvektsbólkinum. Jógvan Páll hevur framvegis tvær finalur eftir.
In.fo dagførir so hvørt frá úrslitunum av einmansfinalunum í Kontrast FM. Tíðspunktið frammanfyri nevndu finaluna staðfestir, nær finalan byrjaði.