Her er avloysarin hjá Bugatti Veyron

Nú er franska Bugatti bilverksmiðjan klár við avloysaranum fyri Bugatti Veyron.

 

Talan er um Bugatti Chiron við einum heilt nýggjum motori við 16 sylindarum og fýra stórum turboløðarum. Hann koyrir frá 0 til 100 km/t upp á 2,5 sekund, og toppferðin er elektroniskt avmarkað til 420 km/t.

 

Bugatti Chiron er við sínum 1500 hk tann mest máttmikli bilurin, sum nakrantíð er gjørdur til koyring á vanligum koyrivegi. Við hesum er Bugatti framvegis á toppinum í hierkinum av supersportsvognum.

 

Einans 500 Bugatti Chiron verða gjørdir, og ein triðingur av teimim eru longu seldir. Sambært eini kanning hjá bugatti eigur ein Chiron-kundi í miðal 42 bilar, eitt privatflogfar, tríggjar tyrlur og fýra hús.

 

Pláss er einans til tvey fólk í bilinum, sum kostar líka undir 50 milliónir krónur í Danmark.  

 

Bugatti Chiron verður sýndur fram á stóru bilaframsýningini Geneve Motor Show, sum er í Sveis í hesum døgum. Niðan fyri eru myndir frá framsýningini.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/