07 Vestur hevur í dag sett navn á tann offensiva profilin, ið skal avloysa brasilska Thiago, sum í seinastu viku brádliga varð uppsagdur í felagnum.
Talan er ikki um ein fremmandan leikara í Vágunum, tí 07 Vestur hevur nevniliga gjørt avtalu við ársins leikara hjá felagnum frá farna kappingarárið, danska Søren Nielsen.
Søren Nielsen spældi í fjør 20 dystir á liðnum hjá 07 Vestur, har hann ikki gjørdi færri enn 26 mál. Hann gjørdist sostatt tí bæði ársins leikari og ársins toppskjútti felagsins.
Í Vágunum gleðast tey yvir tilgongdina av Søren Nielsen, ið er væl lýddur í felagnum.