Her er ársins lið í Premier League

Premier League: Manchester City og Arsenal eiga níggju av teimum ellivu

Felagið hjá spælarunum í Onglandi - The Professional Footballers' Association – hevur sett ársins lið fyri farna kappingarár.

 

Tað sæst aftur, at tað vóru Manchester City og Arsenal, sum kappaðust um meistaraheitið, tí heilir níggju av teimum 11 eru frá hesum báðum liðnum. Bara Kieran Trippier úr Newcastle og Harry Kane úr Tottenham eru við, sum ikki umboða nummar eitt og tvey frá farna kappingarári.

 

Arsenal eigur málverjan í Aaron Ramsdale og hevur fingið William Saliba snýktan inn á vinstra bakk. Hann er annars miðverji. Í miðverjuni eru Ruben Días og John Stones úr Manchester City.

 

Á miðjuni eru Rodri og Kevin De Bruyne í ljósabláum og norski Martin Ødegaard í reyðum og hvítum. Í álopinum eru umframt Harry Kane, eisini ársins ungi spælari, Bukayo Saka, og árins spælari, Erling B. Haaland.

 

Ársins lið:

 

Aaron Ramsdale – Kieran Trippier, John Stones, Ruben Días, William Saliba – Rodri, Kevin De Bruyne, Martin Ødegaard – Harry Kane, Erling B. Haaland, Bukayo Saka