Andrew av Fløtum vitjaði fótbóltspanelið hjá Rás2 í dag. Høvuðsuppgávan hjá Andrew var at seta All Star Liðið hjá sær við spælarum, sum hann hevur spælt við í HB, árini 1996-2004, og 2007-2015.
Hetta eru teir kosnu hjá Andrew, aftaná nógva og drúgva umhugsunartíð :
Málverji: Teitur Matras Gestsson
Høgri Bakkur: Jóhan Troest Davidsen
Miðverji: Hans á Lag
Miðverji: Rasmus Nolsøe
Vinstri Bakkur: Janus Joensen
Miðvallari: Rúni Nolsøe
Miðvallari: Fróði Benjaminsen
Miðvallari: Rókur á Fløtum Jespersen
Høgri vongur: Jón Rói Jacobsen
Vinstri vongur: Símun Samuelsen
Áleypari: Rógvi Jacobsen
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina, har Andrew eisini tók samanum yrkisleiðina, sum fótbóltsspælari, og greiddi frá hví hann gevst at spæla á hægsta støði.
Við sær í studio hevði Andrew eina útivallartroyggju hjá HB til burturlutingar (myndin).










