Her doyði ein ítróttarprofilur

Løgreglan í Noregi hevur nú eyðmerkt líkið, sum varð funnið í hesum húsaleivdunum, sum eldur kom í Finnsnes hin 3. januar í ár.

Maðurin, sum brendi inni, var 67 ára gamli ítróttarprofilurin í Noregi, Jens Petter Jenssen.

Hann var kendur í Noregi sum fótbóltsdómari í endanum av sjeytiárunum og í byrjanini av áttatiárunum.

Jens Petter Jenssen var ein av teimum fyrstu í Norðurnoregi, sum fekk møguleikan at døma regluliga í bestu norsku fótbóltsdeildini.

Tað skrivar norska Dagbladet.