Her brennur Rógvi

Á myndini sæst tann avgerandi løtan hjá Hødd. Rógvi Jacobsen skýtur, men Bryne-málverjin, Roger Eksland bjargar. Hødd hevur nú tapt 3 dystir á rað, og komandi umfar hava teir ein torføran útidyst á norska eysturlandinum ímóti Sandefjord. Sture Fladmark, sum er venjari hjá Hødd er als ikki nøgdur við dystin ígjár, har Bryne sum vann 1-0 stýrdi tað mesta av dystinum. Sture Fladmark ásannar eftir 3 tap á rað, at teir í Hødd nú mugu arbeiða við tí mentala fyri at venda tí neiligu gongdini, sum hevur verið seinastu umførini.