Setningurin var greiður hjá bæði Italia og Uruguay, tá liðini í dag møttust innanhýsis í bólki D. Vinnarin av dystinum fór víðari úr bólkinum, saman við Kosta Rika, ið má metast sum ársins yvirraskilsi til HM.
Uruguay vann dystin 1-0 móti Italia og avgerandi málið kom ikki fyrrenn 10 minuttir áðrenn leiklok, tá verjuleikarin Diego Godin skallaði eitt hornaspark í netið.
Tað var tó størsta stjørnan á uruguayanska liðnum, Luis Suarez, ið enn einaferð tók yvirskriftirnar eftir dystin. Í dystinum beit Luis Suarez italienska verjuleikaran Giorgio Chiellini. Hetta er ikki fyrstuferð at Luis Suarez hevur bitið mótleikara. Í 2010 fekk Luis Suarez leikbann í sjey dystir, tá hann í dysti fyri Ajax beit ein mótleikara. Og í 2013 fekk Luis Suarez leikbann í 10 dystir, tá hann beit Chelsea verjuleikaran Branislav Ivanovic.
Dómarin sá ikki hendingina til dystin millum Italia og Uruguay. Tískil er ógreitt, hvør straffurin hjá Luis Suarez fer at verða. Tað tykist tó púra greitt, at Luis Suarez hevur spælt sín seinasta dyst til hetta HM endaspælið.
Í hinum dystinum leiktu Ongland og Kosta Rika málleysan javnleik.
Italia - Uruguay 0-1 (0-0)
0-1 Diego Godin, 81.
Kosta Rika - Ongland 0-0