Í ferðalagnum, sum mikudagin ferðaðist til Fraklands, vóru eisini nakrir av »gomlu dreingjunum« í FSF.
Orsøkiin til hetta er fyrst of fremst, at Fótbóltssambandið við hesum vil sýna ein serligan heiður, tí hesir á hvør sín hátt hava átt sín stóra lut í teirri støðu, sum føroyskur fótbóltur í dag hevur vunnið seg fram til. Ein støða, sum millum annað ber við sær, at Føroyar nú leygardagin kunnu spæla móti eini so mætari fótbóltstjóð, sum Frakland nú er.
Teir fýra, sum eru við í Fraklandi, eru Kristian Olsen og Dánjal Andreasen, sum báðir hava verið formenn í FSF. Børge B. Hansen, sum í 14 ár var næstformaður. Og Jákup Simonsen, sum var formaður í landslisðnevndini fyrstu nógvu árini av tíðarskeiðnum hjá føroyskum fótbólti á altjóða pallinum.
Tað kann eisini nevnast, at av teimum fýra, vóru Kristian og Børge millum teirra, sum sótu í fyrstu nevndini hjá FSF. Hendan taldi - umframt teir báðar - eisini Markus Køtlum, Jógvan Eliassen og Sverra Trónd. Hartil kann til stuttleikar nevnast, at táverandi forsetin í ÍSF eisini er við á ferðini, og er navnið á tí manninum Jógvan Arge.