Herðaklapp til Miðlahúsið

Herfyri hevði føroysk psykiatri 40 ár á baki, og var tað í tí høpi alment hátíðarhald, har litið varð bæði afturum og frameftir, umframt at busta av Árna Olsen, sála var avdúkað.

Tá fanst eg í viðtali við Jan Muller/Rás 2 á, at hendingin var ov illa lýst í fjølmiðlunum, burtursæð frá »handilsslýsingum« frá stovninum sjálvum.
Har gjørdi eg heilt greitt Sosialinum og Rás 2 órætt, síðani blaðið ta vikuna prentaði fleiri greinar og viðtal í sambandi við markadagin, eins og Rás 2/Jan Muller møtti upp til móttøkuna/hátíðarløtuna, og hevur blaðið og Rás 2 síðani sent út fleiri alment upplýsandi innsløg um føroyska psykiatri higartil og ikki minst um framtíðarvisiónir, so sum núverandi leiðsla so forvitnisliga greiddi frá.
Tað, sum tó fall mær fyri bróstið, var, at aðrir føroyskir fjølmiðlar sannlíkt bara lótu hesa hending fara aftur við borðinum.
Vónandi eri eg farin eg skeivur, tó eg minnist meg ikki hava varnast nakað frá teirra síðu, hvørki fyri eyga ella oyra.
Men tøkk skulu tit so hava í Miðlahúsinum, tí er tað nakað framtak, sum er treytað av almennari kunning og øktum fólksligum meðviti, so er tað tann lutfalsliga unga føroyska psykiatriin, og í so máta lótu tit hesuferð eins og javnan tykkara íkast.