Uttanríkisráðharrin hevur í Dimmalætting gjørt sínar viðmerkingar til forsetavalið í USA. Uttanríkisráðharrin er lítið heppin her. Hann heldur eitt nú, at tætta samstarvið millum Bush og Fogh hevur givið føroyingum nógv fleiri møguleikar í USA. Republikanararnir, sigur uttanríkisráðharrin, hava leitt USA út í heimin í eitt nú Irak og Afghanistan, og tá hava teir samstarvað við Danmark. Hann heldur einki vera at ivast í, at hetta hevur latið dyr upp fyri føroyingar í USA, sum vit hava notið gott av. Ta útsøgnina venda vit aftur til í morgin.
Uttanríkisráðharrin sigur McCain vera betra valið fyri okkum. Hann byggir sína áskoðan á eitt páhald um, at McCain, er meiri uttanríkissinnaður, og hann vil lata heimin meiri upp. Obama í sínum lagi fer at byggja múrar rundan um USA og er tí skaðiligur fyri Føroyar. Tað er torført at skilja, hvussu okkara uttanríkisráðharri kann hava fingið hesa fatan av báðum forsetavalevnum, tí bæði valevni hava verið rættiliga tigandi um uttanríkispolitikkin. Tó hevur Obama lovað at enda kríggið í Irak og herða kríggið í Afghanistan, meðan McCain lovar at herða bæði kríggj. Tað er als einki í valstríði Obamas, sum bendir á ein isolationistiskan uttanríkispolitikk og tí hevur Jørgen tikið sítt páhald úr leysum lofti.
Hvat kann so stutt sigast um bæði valevni? McCain hevur verið sum vindurin blæsir, stundum stuðlað búskapar- og fíggjarpolitikkin hjá Bush og stundum tikið frástøðu, hann hevur eins og Bush støðugt lovað skattalættar til háinntøkubólkarnar í tí trúgv, at hetta fór bøta búskapin. Hann hevur skift kós í etiskum spurningum, og eygleiðarar hava torført við at síggja munin á honum og Bush. Eisini í fíggjarkreppuni hevur hann sent út løgin signal í og við, at hann segði amerikanska búskapar- og fíggjarskipanina vera grundlegjandi sunna og góða. Hetta alt meðan fólk í túsundatali mistu arbeiði, hús og heim, og hallið á samveldisfíggjarlógini er søguliga stórt, mannarættindi traðkað undir fót og USA uttanríkispolitiskt isolerað.
Tað ber til at meta Obama sum eitt slag av europeiskum sosialdemokrati, tí hann hevur vanliga vælferð á skránni. Hartil vil hann lækka skattin hjá lág- og meðalinntøkunum og enda kríggið í Irak. Men hetta er ikki tað, sum veruliga er áhugavert við Obama. Tað áhugaverda er, at hann merkir broyting og nýggja byrjan. USA skríggjar eftir broyting. Obama er øðrvísi og hann hevur eina heilt nýggja politiska dagsskrá, nakað, sum amerikanar ikki hava upplivað, síðan Clinton stillaði upp á fyrsta sinni. Obama vil endurnýggja orkupolitikk, búskapar- og fíggjarskipan, almannaskipan og útbúgvingarskipan. Hann stendur fyri einum mansóma, eini virðing og eini vælferð, sum í Europa er sjálvsøgd, sjálvt fyri fólkafloksmenn, men sum í USA er óvanlig. Tað er veruliga munur á Obama og McCain, og meirilutanum av fólkinum leingist burtur úr tí politiska, búskaparliga og moralska kyksendi, sum stórkapitalurin og valdsklikan rundan um Bush og Cheney hava rikið landið útí.










