Leygardagin gjørdist onkur lottospælari meira enn eina milliard ríkari, tá hesin vann størsta vinning í italska SuperEnaLotto spælinum. Tað hevur tikið sína tíð at finna ein vinnara til serliga italska spælið. Ikki síðani í februar hevur nakar vunnið fyrsta vinning í hesum lottosælinum. Og tá vit so hugsa um, at drigið verður tríggjar ferðir um vikuna, hevur tað verið drúgt at finna ein hepnan vinnara.
Talan er um fleiri enn hundrað dráttir við ongum vinnara, og tí er tað ógvuliga sannlíkt, at tað bert er hin eini vinnnarin til henda stóra vinning. Spælið hevur eisini 620 milliónir møguleikar fyri talsamanseting, so hepni skal til.
Tær 1,325 milliardirnar er størsti vinningur, sum er útgoldin til ein einstakan vinnara, og tá er vinningurin enntá skattafríur. Vinningurin var 177,7 milliónir evrur og tað er størsti vinningur nakrantíð í Europa, SuperEnaLotto hevði eisini metið framman undan við 147,8 milliónir evrur.
Mega Millions lottospælið í USA hevur verið omanfyri tvær milliardir, men tá vóru tveir vinnarar, umframt at eini 35% fara í skatti.
Nevnast kann, at eisini føroyingar kunnu spæla við í bæði SuperEnaLotto, Mega Millions og øðrum lottospølum við risavinningum.