Óheppin OL-byrjan

Hóast tann olympiski eldurin ikki er tendraður enn, er fótbóltskappingin byrjað, men hon fekk eina stak óhepna byrjan. Ein av dystunum í fótbóltskappingini hjá kvinnunum í gjár var millum Kolombia og Norðurkorea á Hampden Park í Glasgow í Skotlandi, men tá dysturin skuldi byrja, sýttu teir norðurkoreonsku spælararnir fyri at fara á vøllin.

 

Orsøkin var, at tá spælararnir blivu nevndir við navni og við mynd á einum stórskíggja, stóð tað suðurkoreanska flaggið á skíggjanum saman við nøvnunum og myndunum. Tað vildu norðurkoreonsku spælararnir ikki góðtaka, og formliga er framvegis krígsstøða millum tey bæði koreonsku londini.

 

Mistakið gjørdi, at dysturin var seinkaður meiri enn ein tíma. Ein uggi fyri Norðurkorea var tað kanska, at liðið vann dystin 2-0.

 

Men fyri fyrireikararnar er mistakið sera pínligt.