Óheppin leki

Tað er ein óheppin leki onkunstaðni, sum hevur verið orsøk til, at málið um radarsamskiftisstøðina á Eiði er komið fram, verður sagt av Uttanlandsdeildini hjá Løgmansskrivstovuni. Lekin er ikki komin úr Tinganesi, leggur Løgmansskrivstovan dent á

Samskifti

Eiði:
Tað er óheppið, at málið um radarsamskiftisstøðina á Eiði er komið út, tí tað er mál, sum viðgjørt verður í trúnaði, sigur Sigmundurur Isfeld, fulltrúi á Uttanlandsdeilsini á Løgmansskrivstovuni.
Hann sigur, at málið er komið til Løgmansskrivstovuna í trúnaði, og verður viðgjørt har í trúnaði. Eingin hevur fingið nakað útflýggjað haðani uttan Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum, so tey duga ikki at siga, hvaðani føroyskir fjølmiðlar hava fingið innlit í málið. Sosialurin bað um innlit í málið, men fekk at vita, at tað bar ikki til.
Ein nátúrligur partur í málinum átti at verið Eiðis Kommuna, har ætlanin er at leggja umrøddu radarsamskiftisstøðina.
Men Eiðis Kommuna hevur bara frætt um ætlaninar gjøgnum fjølmiðlarnar, sigur Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði.
Hann sigur, at tá kommunan frætti um ætlanina í fjør, varð sent eitt skriv til avvarðandi myndugleikar við fyrispurningi um málið. Endamálið hjá Eiðis Kommunu við tí skrivinum var at tryggja sær, at ein slík støð ikki varð til ampa fyri fólkið í kommununi. Hugsað varð millum annað um trygd og umhvørvið.
Svarið, Eiðis Kommuna fekk, sigur Tordur Niclasen, var, at har var einki at óttast.
Síðan er tað hent, at eitt skjal frá 1997 er almannakunngjørt í Útvarpinum, har danska Verjumálaráðið tosar um møgulig umhvørvisárin av at seta antennur til radarstøðina upp við loranstøðina á Eiði.
Nevnt verður millum annað, um dálkingarvanda í drekkivatninum á Eiði, um antennur verða settar upp við Eiðisvatn við møguligari kopardálkin, sum kann renna í vatnið.
Tann staðkendi undrast á hetta, tí drekkivatn á Eiði kemur als einki úr Eiðisvatni. Heldur ikki skuldi nakar sum helst møguleiki verið fyri, at antennur, sum settar verða upp við loranstøðina, lata nakað frárensl í Eiðisvatn.
Eiði fær drekkivatn úr keldum, sum liggja rættiliga væl hægri enn økið, har loranstøðin stendur. Tað verður leitt í rørum í afturlatnan vatnbrunn, so tann vandin átti ikki at verið til staðar.
Um antennurnar verða settar upp við loranstøðina, skuldi møguligt frárensl farið beinleiðis til havs norðanfyri, heldur en at renna í Eiðisvatn, sum liggur sunnanfyri. Tí millum loranstøðina og Eiðisvatn er ryggur, sum frárenslið skal renna uppum, um tað skal í Vatnið. Og vatn plagar vanliga at renna undan brekkuni.
Sigmundur Isfeld, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, sigur, at tey hava viðgjørt tey umhvørvisárin, sum kunnu standast av hesum antennunum.
Árinið verður býtt í trýggjar partar, sigur hann, og eru teir útsjónd, kopardáling í jørðini og geisling.
Hann sigur, at útsjóndin er tað, sum fer at ávirka allarminst, tí talan er um einar tríggjar mastrar, sum bróta sera lítið av frá teimum, sum framman undan eru á loranstøðini. Og tær eru í hvussu er allar nógv minni og lægri, enn tann stóra loranmasturin, sum stendur á økinum.
Kopardálking í jørðini er so minimal, sum hon kann vera, og serførðingar meta ongan sum helst vanda at standast av hesum møguleika.
Tríðji møguleikin kann vera geisling. Men sambært Fjarskiftiseftirlitinum, eru frekvensirnir so smáir, at tann vandin heldur ikki er reellur, sigur Sigmundur Isfeld, sum vísir á, at allir møguleikar hava verið væl viðgjørdir.