Í mong ár hava fólk í Kanada kunnað fegnast um, at har hava verið munandi færri morð enn í grannalandinum USA, men í ár er vend komin í. Tað er serliga í stórbýnum Toronto, at tað hevur gingið tann skeiva vegin. Higartil í ár hava 78 morð verið í býnum. Í 52 førum hevur drápsmaðurin ella-kvinnan brúkt vápn, og tað er tvær ferðir so nógv sum í fjør.
Kanadiska løgreglan ger alt, sum gerast kann, fyri at forða fyri, at støðan skal gerast sum í USA, og Paul Martin, forsætisráðharri, hevur tikið gongdina upp sum eitt evni í valstríðnum upp undir tjóðartingsvalið, sum verður um fýra vikur. Eitt nú hevur hann sagt, at hann er sinnaður at banna fólki av hava hondvápn, sleppur hann at halda fram sum stjórnarleiðari.
Tað seinasta morðið í Toronto var annan jóladag, tá ein ung kvinna bleiv skotin. Løgreglan sigur, at tað var ein ungur maður, sum skeyt hana, og at hann er tikin.