Henrik Old, Løgtingsmaður
----
Seinastu tíðina hevur Havstovan tvær ferðir boðað frá, at ongin makrelur er við Føroyar.
Hesar fráboðanir frá Havstovuni koma eftir, at teir hava gjørt royndir eftir makreli, og onki fingið.
Hesi stórtíðindi eru farin runt í øllum fiskivinnuumhvørvi í norðanlondum og eru komnar serliga væl við hjá okkara grannum fyri eystan (norðmonnum). Tað gingu ikki nógvir dagar, til boð komu úr Noregi, at har var øðiligur makrelur, og at ein bátur hevði fingið 250 tons í einum kasti.
Tað at norðmenn gera nógv burtutúr, at hesin báturin hevur fingið 250 tons í einum kasti, er ikki tí, at tað er fyrstu ferð, at tað er hent. Teir við »Gardar« eru fiskimenn, og hava teir mangan fingið nógv meir í einum kasti, enn her er talan um. Sjálvandi er endamálið at gera vart við, at allur makrelur í Norðuratlantshavi er í norskum sjógvi. Serliga tá fráboðan kemur frá hægri stað úr Føroyum um, at her er ongin makrelur.
Reiðarin á Gardar, Ingi Hallsteinsen, sum vit kenna væl frá fiskivinnusamráðingumum við Noreg, var ikki seinur at boða frá í pressuni, at føroyingar høvdu ikki krav upp á eitt kilo meira av makreli.
Ein kann spyrja, um nú royndirnar hjá Havstovuni eftir makreli við Føroyar í seinastuni eru gjørdar undir rímuliga góðum umstøðum, sum kundu tala fyri, at nakar serligur makrelur fekst. Har er svarið eitt greitt nei. Royndirnar eru gjørdar undir ringast hugsandi umstøðum við nógvum vindi av landnirðingi, hvar tað er óhugsandi at nakar serligur makrelur, heldur enn annar fiskur, er samlaður í stórum nøgdum. Ættin hevur verið hin sama í alt vár, og alt tað, at nakað livandi av makreli hevur verið, má siga okkum, at tað má fara at tørna fyri so skjótt lágættin kemur.
I gjár var hann vestan eina løtu, og vóru fleiri makrelstimar at síggja av Vágseiði, og uttaliga á Vágsfjørði. Sjálvandi er tað ein frammaná hjá føroyingum í samráðingum, serliga við Noreg, tá Havstovan alment boðar frá, at ongin makrelur er her á leið. Man átti at væntað betur umhugsni frá einum slíkum stovni, og at royndir verða gjørdar, tá ein rímuligur kjansur er fyri, at nakað fæst av tí, man roynir eftir, og ikki tað mótsatta.