Óheppið orðaval kostaði valsigurin

Fyri einum mánað síðani var eingin ivi um, at republikanarin Richsrd Mourdock fór at vinna senatsvalið í statinum Indiana. Men so kom hann í politiskt illveður, tá hann segði, at tað var Guðs vilji, um ein kvinna gjørdist við barn í sambandi við neyðtøku.

Richard Mourdock er harðliga ímóti fosturtøku. Hann hevur sitið í Umboðsmannatinginum, men fyrr í ár eydnaðist tað honum at gerast valevni hjá republikanarunum til Senatið, og alt bendi á, at hann fór at røkka málinum.

Men so kom hann við teimum umstríddu orðunum, og í gjár kostaði tað honum valsigurin. Tí verður tað demokraturin Joe Donnelly, sum skal umboða Indiana í Senatinum.