? Vit halda, at vit eru gingin ov nær í hesum føri, sigur Svenning av Lofti, formaður í Sinnisbata.
? Henda orðingin kann verða misskilt av teimum fólkunum, sum vit umboða, serliga tá tað stendur beinleiðis í tíðindaskrivinum, at ølið er gott fyri sinnið.
Svenning av Lofti vísir á, at tey, ið hava veikleikar fyri rúsandi løgum, taka heiligvág, og tá øl verður beinleiðis lýst til at vera gott fyri sinnið, so verður hetta mett, sum eitt slag av heiligvági.
? Tíðindaskrivið er orðaspæl, tað eru vit væl varug við, men hetta er óheppið, og vit meta hetta at fara út um mark. Tí vilja vit bara gera vart við okkum uppá ein hampuligan máta á teimum røttu støðunum, sigur Svenning av Lofti.
Formaðurin í Sinnisbata heldur, at hetta er ikki nóg væl umhugsað av teimum, sum hava skrivað tað, men tað er avgjørt ikki tilvitað.
? Vit vilja ikki blanda okkum uppí lýsingar og tíðindaskriv sum heild, men av tí, at vit meta, at hetta rakar bólkin, sum vit umboða, so eiga vit, at fortelja, at hetta kann gerast skaðiligt fyri fólk, ið eru sinnisveik.
Svenning av Lofti vil tí við hesum mótmælinum heita á bæði fjølmiðlar og bryggjarí um at verða meira varin næstu ferð, og eisini hugsa um, hvussu skrivað verður.
Mótmælið er at lesa aðrastaðni í blaðnum.