Óheppið at tingløn hækkaði júst nú

Tað hevur alt annað enn gjørt samráðingarstøðuna hjá Karsten Hansen lætta, at hansara egnu samgongufelagar á tingi herfyri hækkaðu tingmannalønina, og at starvsfólkið hjá Føroya Tele fekk ein so góðan sáttmála.

Jan Müller


Tað gjørdi ikki støðuna hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum lættari, tá tingið herfyri samtykti eina rættiliga stóra lønarhækking til tingmenn. Hetta hevur fingið fleiri fakfelagsfólk at krevja munandi lønarhækkingar, eitt nú hevur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther gjørt púra greitt, at hetta stig tingmanna fer at merkjast aftur í samráðingunum á arbeiðsmarknaðinum.

Vit spurdu Karsten Hansen, um tað ikki var óheppið av tingmonnum at samtykkja sær sjálvum upp til 60% í lønarhækking beint áðrenn, at hann skuldi fara til samráðingar við fakfeløgini um nýggjar sáttmálar - og var tað ikki løgið, at tað var júst partamaðurin hjá Karsten Hansen á tingi, sum skapti landsstýrismanninum hesar trupulleikar aftaná?

-Tað hevur hann so eisini fingið fyri allar pengarnar. Men hatta er so nakað, sum ein meiriluti í tinginum hevur samtykt. Kortini er tað mín metan, at hatta var óheppið júst nú.

Karsten Hansen, sum í gjár aftur fór til samráðingarborðið við Starvsmannafelagið og semingsmonnunum heldur ta loysn, sum teir finna nú, eisini verða týdningamikla fyri tær samráðingarnar, sum verða millum eitt nú Føroya Arbeiðarafelag og arbeiðsgevararnar.

Men hvat sigur Karsten Hansen til loysnina hjá Føroya Tele - og er tað so, at høgra hond ikki hevur vitað, hvat vinstra ger?

-Hatta er so nakað, sum eg ikki fekk gjørt nakað við, hvussu fegin eg enn vildi. Hatta er ikki mítt borð.

-Men kundi landsstýrismaðurin í Vinnumálum ikki forða fyri hasum, eitt nú við at kalla inn til eykaaðalfund?

-Tú kanst altíð sum partaeigari reagera, td. við at kalla inn til eykaaðalfund.

Hvat viðvíkur uppafturtøkuni av samráðingunum, so vísir Karsten Hansen á, at tað er komið eitt uppskot frá semingsmonnunum, og landsstýrið er sinnað til at taka samráðingarnar uppaftur og fáa gjørt ein sáttmála út frá hesum uppskoti.

Hann vil ikki siga meira enn tað. Í Sosialinum í gjár vísti Karsten Hansen á týdningin at fáa ein tvey ára sáttmála, og hann ivaðist heldur ikki í, at Starvsmannafelagið fór at gagna tí ynskinum á møti, um tað so fekk okkurt afturfyri.