Óheppið at føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku

Tað heldur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen. Hann viðurkennir, at føroyska fosturtøkulóggávan ikki er nóg góð, men heldur tó ikki, at undirtøka finst fyri broytingum í Løgtinginum. Ein nýggj frásøgn frá Sunhedsstyrelsen í Danmark vísir, at alsamt fleiri kvinnur søkja um fosturtøku eftir markið uppá 12 vikur, og at fleiri enn 90 prosent av umsøkjarunum fáa játtað fosturtøku. Orsøkin til seinu fosturtøkurnar er, at fosturskanningarnar liggja millum 19. og 21. viku, og tá ber til at síggja um barnið hevur brek ella sjúku. Tí er kjakið kyknað í Danmark um, at flyta fosturtøkumarkið til 22. viku.

Og meðan danir kjakast um at flyta markið, er fosturtøka framvegis bannað í Føroyum og verður nærum ongantíð tikið á tungu frá politiskari síðu.

-Tað er eitt viðkvæmt mál bæði fyri

kvinnuna, familjuna og barnið, og tí er tað helst trupult hjá politikarum at tosa um evnið, heldur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður.

Hóast fleiri kvinnur fáa fosturtøku í Føroyum, og helst fleiri leita til Danmarkar og aðrastaðni at fáa fosturtøku, so er málið framvegis sera tabu-kent í Føroyum.

-Tað er sjálvsagt ein trupulleiki, at føroyskar mammur leita til Danmarkar at fáa fosturtøku, men tað finst eingin semja í samgonguni ella í Løgtinginum um at broyta fosturtøkulóggávuna, greiður Aksel V. Johannesen frá.

Hann staðfestir, at flest øll tingfólk eru samd um, at ein broyting skal til í fosturtøkulóggávuni ? summi vilja herða lóggávuna, meðan onnur vilja loyva fríari fosturtøku.

Landsstýrismaðurin staðfestir, at hann ikki ætlar at gera nakað við lóggávuna í løtuni, tí undirtøka finst ikki í samgonguni.