Hepnið við HB

Vodafonedeildin - So gjørdi HB tað aftur. Uttan at spæla væl, og uttan at koma fram til nógvar málmøguleikar, so eydnaðist teimum at vinna týdningarmikla útidystin ímóti Víkingi. Stóra hetjan hjá havnarmonnum gjørdist Fróði Benjaminsen, sum skoraði einasta málið í einum dysti, sum var merktur at rótutum spæli og fáum málmøguleikum Sigurin hevur við sær at HB nú bert er eittans stig frá oddasessinum, meðan FM vónin hjá Víkingi fekk eitt skot fyri bógvin

Tað var ikki nógv sum bendi á at nakað mál skuldi koma í dystinum. Tað kundi tykjast sum um dysturin var merktur av týdninginum, og tí vóru bæði liðini varin við ikki at gera mistøk.
Tískil skuldi ein tilvildarlig støða til áðrenn avgerðandi málið kom. Sum so ofta áður, var tað HB liðskiparin, Fróði Benjaminsen, sum gekk fremst og skoraði ein­asta málið í dystinum, tá hann var fyrstur á einum returi frá Geza í Víkingamálinum, og setti bóltin trygt í netið. Hóast málið ikki var tað vakra­sta, so hevði tað alstóran týdn­ing fyri havnarmenn, sum gev­ur nýtt lív til FM vónirnar hjá HB.
Sostatt vann HB enn eina ferð uttan at vísa tað heilt stóra. Gott spæl ella ikki, so hevur sigurin á Víkingi við sær, at HB nú eru í hølunum á runavíkingum í odda­stríðnum, og tað er nokk meira týdningar­mikið enn poleraða fót­bólts­spælið, tá alt kemur til alt.

– Vit vóru heppnir
Nýggi HB venjarin var sum vera mann sera fegin um at fáa trý stig í fyrsta dystinum við stýrisvølin, men ásannaði tó, at hansara spæl­arir høvdu neyðuga heppnið við sær.
– Eg eri sjávandi sera fegin um at fáa sigurin í hús. Talan var um ein sera javnan dyst, sum kundi farið báðar vegir. Víkingur legði okkum undir eitt ávíst trýst í seinra hálvleiki, men uttan at koma fram til møgu­leikar. Í staðin høvdu vit neyð­uga heppni við okkum, og skoraðu einasta málið í dystinum, segði Julian Hansen.

Rótutur dystur
Sum heild gjørdist talan um ein sera javnan dysti, har bæði liðini høvdu stórar trupulleikar at koma fram til líkinda málmøguleikar. Til tað var leikferðin alt ov lág, og somu­leiðis tyktist týdningurin av dyst­inum at seta síni tíðiligu tekin á dystar­gongdina.
Av tí sama bleiv talan um ein heldur rótutan dyst, har langt var mill­um málmøguleikarnar. Einasta ljóspunkt í fyrra hálvleiki var Símin Samuelsen, sum við fleiri góðum einmans avrikum kláraði at koma aftur móti baklinjuni, men sigandi fyri dystargongdina, so høvdu inn­leggini ikki sama kvalitet sum for­arbeiðið.
Fróði á blettinum
Í seinra hálvleiki vóru tað heima­liðið, sum var spælstýrandi. Men hóast teir royndu, so eydnaðist teimum ikki at koma fram til líkinda kjansir, eina mest tí leikferðin var alt ov lág, samstundis sum HB verj­an stóð stinn.
Sum minuttirnir gingu tóktist sum um liðini settu seg til rættis, og býta stigini millum sín. Men Fróði Benjaminsen vildi tað ørvíst, tá hann gagnnýtti eina heldur til­vildarliga støðu og setti bóltin trygt í netið.
Harvið kom HB á rættkjøl aftur, eftir óvæntaða tapið í síðstu viku, meðan jaliga gongdin, og harvið eisini FM vónirnar, hjá Víkingi fingu ein álvarsligt skot fyri bólgvin.