Fótbóltur
Fótbóltur kann til tíðir vera eitt løgið spæl. Fyri bara trimum vikum síðani tapti eitt sera tannleyst GÍ-lið 3-1 fyri HB í einum dysti, har gestirnir hvørki maktaðu eitt ella annað, og har spælið gav meira enn eina ábending um, at gøtumenn væl kunnu risikera at spæla í aðru deild næsta kappingarár.
Sunnudagin var GÍ aftur í Gundadali. Hesaferð var mótstøðuliðið B36, men hóast 0-3 tapið fyri oddaliðnum, so var talan um eitt munandi betri avrik hjá GÍ. Og í nógvar mátar mnnu tey í B36 kenna seg heppin, at tey soleiðis fingu loyvi at halda øllum stigunum.
Vandamikil kontra
Serliga fyri steðgin vóru tað nevnliga gestirnir, sum stóðu fyri tí mesta. B36 hevði ivaleyst ætla sær at leggja eitt høgt trýst á GÍ í vónini um at køva botnliðið alt fyri eitt, men hendan ætlanin tóktist vera fullkomuliga miseydnað.
Partvíst, so megnaði B36 ikki at hava trýstið nóg breitt, skilt á tann hátt, at gøtumenn við eini einstakari sending aloftast kundu spæla seg undan hesum.
Hartil, so vórðu gøtumenn als ikki komnir til Havnar bara fyri at grava seg niður. Í eini 4-4-2 uppstilling, har Krzystof Popczynski var annar av álopsmonnunum, og har Súni Olsen hevði funnið sæti á miðvøllinum, megnaðu teir ferð eftir ferð at senda vandamikil kontra móti B36 málinum, so skjótt B36-trýstið var brotið. Og bæði eina, tvær og tríggjar ferðir átti hetta eisini at givið úrslit, men óneyvleiki í avgerandi løtunum førdu við sær, at Jákup Mikkelsen ikki slapp so frætt sum at vísa, at hann skal roknast sum besti málverjin í landinum. Ikki minst gav tað gestunum gott pláss í hesum partinu av spælinum, at bakkarnir hjá B36 í besta Carlos-stíli støðugt leitaðu niðan á vøllin. Tað merkti í veruleikanum, at í flestu kontra-støðunum spældi GÍ tveir móti tveimum, og tá annar hesum altíð æt Popczynski, spældi B36 at kalla við eldin.
Tað skuldu ganga 20 minuttir, áðrenn B36 hevði sítt fyrsta veruliga gjøgnumspæla álop, og tó at hetta ikki kastaði mál av sær, so sýndi oddaliðið fleiri ferðir, at teir eru sterkir í deyðbóltsstøðum. Ikki minst, tá Santos ta einu ferðina sendi hornaspark innfyri, sum fór millimetrar framvið høvdinum á einum leysum Mikkjal Thomassen, men hóast hesa ávaring, so slapp B36 at nýta júst somu kombinatión, tá teir løgdu seg á odda.
Gav B36 frið
Málið gav sjálvandi B36 nakað av luft, og eftir hetta løgdu teir seg eitt vet longur aftur á vøllin. At ein hálvskaddur Óbi varð skiftur út, gav eisini nakað meira tyngd í miðvøllin, og tí gjørdist vegurin til kviku kontra-álopini frá gøtumonnum ikki eins stuttur.
Gestirnir vóru tó framhaldandi væl við í dystinum, og einar tvær ferðir mátti Jákup Mikkelsen vísa kynstur síni í málinum, áðrenn B36 brádliga avgjørdi dystin. Allan Mørkøre spældi hegnisliga mitt ímillum til Berg Midjord, og eins hegnisliga slapp hann sær leysan av verjuni, áðrenn hann sendi málverjan ein veg og bóltin annan.
Hetta tók mest sum luftina úr GÍ-trýstinum, men seinastu løtuna kom tó nakað av spenningi í aftur. Mikkjal Thomassen var alt annað enn samdur í dømingini ígjøgnum dystin, og tá hann gav hetta til kennar yvir fyri dómaranum, fekk hann ostaskorpuna sum tøkk. Eftir hetta flutti GÍ nógv fólk fram. Einar tvær ferðir høvdu teir vandamiklar frísparksstøður, og eina ferð mundi Súni Olsen kenna seg snýttan fyri brotsspark, men endaliga punktumið slapp Allan Mørkøre tó at seta, tá hann varð sendir blankur avstað frá miðvøllinum.
Enn er alt opið
Skal ein niðurstøða gerast við støði í dystinum, so má hon væl vera, at enn er landskappingin púrasta opin. B36 er framvegis oddalið, men teir sýndu fleiri veikleikar, sum helst mugu rættast, áðrenn teir komandi vikuna skulu hitta Skála og HB, sum bæði eru í hølunum á teimum. Tað er í øllum førum sannlíkt, at eitt lið við eitt sindur meira av sjálvsáliti í viðførinum hevði revsað árstalsfelagið fyri teir møguleikar, sum GÍ fekk sunnudagin.
Tað kann vera, at hetta er tekin um hepni, men higartil er tað ongantíð eydnast einum liði at vinna nakað sum helst, um hepni ikki hevur ein leiklut onkra staðni í kappingini, og í nógvar mátar var dysturin hesaferð eitt dømi um slíkt hepni. Tað hepni og tað viðrák, sum eitt oddalið aloftast hevur, og sum einum botnliði tørvar.
Og samstundis kann eisini staðfestast, at botnsessurin neyvan er eitt sannlíkt tilhaldsstað hjá GÍ komandi 20 umførini. Hóast teir einum botnliði so líkt vórðu revsaðir fyri síni mistøk, so vóru eisini nógvir glottar at hóma hjá gøtumonnum, og fáa teir bygt víðari á hesar, er einki at ivast í, at fleiri stig fara at koma inn á kontina ? heilt skjótt.