FÓTBÓLTUR
Nýggi landsliðsvenjarin, Brian Kerr, er í Føroyum í løtuni fyri at síggja nakrar av dystunum í triðja umfari í Vodafonedeildini. Fríggjakvøldið sá hann dystin millum Víking og 07 Vestur, og í gjár skiltist á lagnum, at hann var og vendi í Gundadali, har B36 og KÍ spældu, áðrenn hann fór norður til Streymnesar at hyggja at EB/Streymi og B68.
At hann bara var og vendi í Gundadali, skal hann ikki iðra seg um, tí neyvan hevði hann fingið tað stóra burturúr at hugt allar 90 minuttirnar. Talan um alt ov nógva tómgongd og alt ov lítið av góðum fótbóltsspæli.
Tá avtornaði, fekk dysturin tó ein vinnara, men rættara úrslitið hevði verið ein javnleikur, tí B36 hevði ikki uppiborið at vunnið og KÍ ikki uppiborið at tapt. Men B36 er so oddalið, tí higartil eru níggju stig komin burtur úr trimum dystum, og avgerandi hepnið plagar at fylgja teimum góðu.
Málgevandi hepni
Heppið var tað eisini, tá B36 fekk sigursmálið eitt korter fyri tíð. Eitt skjótálop endaði við, at Brima Koroma royndi seg, men KÍ-verjan blokeraði, og so sprakk bólturin innum, har raski Róaldur Jacobsen gjørdi skjótt av og avgjørdur smekkaði bóltin upp undir nettakið, uttan at Jákup Mikkelsen fekk vart fyri.
– Málið var kanska eitt sindur heppið og eg eri væl nøgdur við sigurin, tí her vóru ikki nógvir kjansir og ikki gott spæl. Men trý stig og eitt mál, tað er bara deiligt, segði fegni B36-málskjúttin, sum helt KÍ liggja nakað aftarlaga og bíða, og at tað gjørdi sítt til, at B36 ikki fekk spælið at koyra.
Tað var serliga í fyrra hálvleiki, at KÍ hevði ilt við at fóta sær, men fekk tó røkt verjuskyldurnar so mikið væl, at B36 – hóast nógva bóltflyting – ikki kom til tað stóra. Tvær rímiligar royndir hevði heimaliðið fyri steðgin, men í øðrum førinum bjargaði ein bláur á strikuni og í hinum førinum bjargaði Jákup Mikkelsen tí heldur forkølaða skotinum.
B36 hevði bóltin nógv, men megnaði ikki at skapa stórvegis burtur úr yvirvágini í spæli, og KÍ átti helst størsta upptrekkið til ein møguleika, tá Kristoffur Jakobsen í vinstru síðu sneiddi Magnus Olsen av og frá baklinjuni royndi at leggja innfyri til Adrian Stauss. Men Tróndur Vatnhamar tveitti seg niður og fekk bóltin. Hevði Kristoffur í staðin spælt útfrá, stóð vælspælandi Erland B. Danielsen har í fríari støðu við tómum máli framman fyri sær.
KÍ bleiv betri
KÍ gjørdi tvær skiftingar í steðginum, so Steffan Kalsø og Adrian Stauss fóru út og Jan Andreasen og Arnold Joensen komu inn. At tað blaðunga KÍ-liðið fekk tveir royndar menn inn, tóktist geva meira ró yvir spælið, og nú tordu klaksvíkingarnir nógv betri – ikki minst í álopspartinum. Í fyrra hálvleiki var lítið og einki spæl frá teirra síðu, men nú kláraðu teir onkra ferðina at senda bóltin upp í 15 ferðir sínamillum, uttan at nakar B36-fótur slapp framat.
– Eftir ein fyrra hálvleik, har vit vardu væl og ikki spældu so nógv, fingu vit í seinna hálvleiki spælið at glíða. Eg helt, at vit tá høvdu tamarhald á dystinum, so tí var tað ein heldur keðilig kensla, at vit skuldu tapa, tí vit hildu teimum frá teimum stóru kjansunum. Vit høvdu í minsta lagi uppiborið eitt stig, segði ein av KÍ-arunum, Eli Simonsen.
Sjálvur hevði hann ein fót við í spælinum, tá KÍ fekk sín størsta kjans, bara fimm minuttir eftir steðgin.Eli legði bóltin væl inn fyri B36-málið, har Kristoffur toygdi seg fram og skallaði á stongina! Og tá Kristoffur aftur síðst í dystinum kom einsamallur ímóti Tróndi í B36-málinum, royndi hann seg við lobbara, sum fór dygst fram við tóma málinum…
KÍ var klárt betra liðið í seinna hálvleiki, so tí var tað beint ímóti gongdini í spælinum, at B36 fekk avgerandi málið, tá bara 13 minuttir vóru eftir av vanligu tíðini. Sum sagt, eitt sera heppið mál, ið er viðvirkandi til, at B36 hevur fingið eina dreymabyrjan á landskappingina, hóast mótstøðan enn ikki hevur talt nakað av betru liðunum.
Umstrídd útvísing
Ikki var sørt, at eitt sindur av dramatikki spurdist burturúr ímóti endanum á dystinum, tá nærdystur millum Brima Koroma og Jan Andreasen endaði við, at báðir duttu. Jan kom at liggja undir, meðan Brima mestsum lá og grulvaði oman á honum.
Tá so Jan royndi at koma á føtur aftur, var tað lættari sagt enn gjørt, og tá hann hirsaði seg eitt sindur, gjørdi Brima eitt øgiligt skríggj, tók seg fyri andlitið og small í vøllin. Hetta var spæl og sjónleikur fyri hvørt oyra, men linjudómarin tulkaði tað sum veruleika og markeraði við flagginum.
Endin var, at Jan Andreasen fekk reyða kortið, tí hann skuldi havt sligið, og noyddist tí undir brúsuna í ótíð, meðan Brima Koroma, sum skuldi fingið gult kort fyri sítt avrik, ið lá sera fjart frá sonnum ítróttaranda, fekk fríspark í sín lut.
Hetta minti mest um eina hending av tí slagnum, ið undirstrikar sannleiksvirðið í orðafellinum um, at »tú skalt bara trúgva helvtini av tí, tú sært, og ongum av tí, tú hoyrir!«