SKÚLIN
Fyrsti skúladagur er ein dagur, øll minnast. Ein serligur dagur, skúlin og foreldur gera nakað serstakt burturúr. Mánadagin fóru 699 børn í skúla á fyrsta sinni í Føroyum. Á Venjingarskúlanum í Havn var ikki sørt gjørt burtur úr hesum degnum, ikki minst tí tveir tunghoyrdir næmingar, Bjørt Hvidbro og Ari Johannesen, á fyrsta sinni komu í skúla. Niels Nattestad, skúlastjóri, greiddi á samkomu frá, hvat tað inniber fyri skúlan og flokkin at hava tveir tunghoyrdar næmingar. Serliga legði hann dent á, at skúlin er fegin um møguleikan at geva hesum næmingunum skúlagongd.
Afturat sær hava Bjørt og Ari deyvalærara, sum skal hjálpa teimum at fylgja við í tí sum fer fram í skúlanum. Tveir deyvalærarar, sum koma av Sernámsdeplinum, vera knýttir at flokkinum.
- Sjálvsagt stúra vit sum foreldur eitt sindur fyri, hvussu tað fer at ganga, men eg rokni við at tað fer at ganga væl. Bjørt hoyrir illa, men klárar at tosa og munnlesa, sigur Jórun Hvidbro, mamma Bjørt.
- Vit eru meiri spent enn stúrin fyri, hvussu skúlagongdin hjá honum verður. Sjálvur er Ari spentur, so tað er sum hjá øllum øðrum børnum, sum fara í skúla fyrstu ferð, sigur Mirjam Johannesen, mamma Ara.
Hinir næmingarnir í flokkinum og foreldur teirra eru fyrireikað uppá, at tveir næmingar, ið eru tunghoyrdir og tískil hava ein serligan tørv, eru í flokkinum. Fyri at allir næmingarnir og lærarar skulu kunna samskifta sínámillum fáa báðir fyrstu flokkarnir og lærarar teirra frálæru í teknmáli ein tíma um vikuna.
- Hesir næmingarnir fáa tískil meiri enn vanliga undirvísing, sigur Jørgin við Úlvsá, lærari hjá 1. a. Hann leggur afturat, at tað er avgjørt ein avbjóðing sum lærari at hava tunghoyrdar næmingar í flokkinum.
- Tað setur stór krøv til læraran. Sum lærari skal eg hugsa um allar næmingarnar, teir tunghoyrdu og heildina. Skúlin sýnir stóran vælvilja at integrera næmingar. So er bara at vóna, at Sernámsdepilin setur neyðugu orkuna inn soleiðis at næmingarnir fáa tað teimum tørvar. Fáa teir tað skuldu vit onnur sum frálíður betur verið før fyri at samskifta við tunghoyrd, sigur Jørgin við Úlvsá.
Henda fyrsta skúladagin møtti 1. a í stóra skúlanum, sum skúlastjórin kallaði hann. Eftir samkomuna fóru næmingarnir oman í gulaskúla, har 1.a skal halda til hesi fyrstu tvey árini av teirra skúlagongd. Á borðinum stóðu navnaskelti, so hvør næmingur visti, hvar hann ella hon skuldi sita. Í dag skuldu tey svimja fyrstu tímarnar.