Rúni Hansen, stjóri lat vegna Statoilsamtakið Magnus Hansen, skúlastjóra kærkomna gávuø. Mynd Jens K Vang
Gáva
Stuðulin uppá 50.000 kr. er farin til at keypa seks teldur, sum verða bundnar í netið. Tær skulu takast í brúk til komandi skúlaár. Magnus Hansen , stjóri er sera fegin um tað, ið hent er. Hann vísir á, at tað er sera umráðandi, at tey veiku í samfelagnum eisini hava møguleika til at nema sær førleika at brúka telduna. At tey kunnu fylgja við teldutíðini eins og øll onnur. Við hesum tiltakinum fer at bera til at samskipa telduundirvísingina og at skapa næmingunum eitt nýtt og hent umhvørvi, ið kann vera teimum ein góð ballast víðari í lívinum ? í hesum teldutíðum. Magnus Hansen sigur, at tey fara at hava skipað undirvísing í teimum ymsu flokkunum longu frá komandi skúlaári. Í hvørjum av flokkunum verða tá 4-5 næmingar.