Hensia er 53 ára gomul og hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1981 á Sjúkrasystraskúla Føroya. Í 1988 tók hon eitt ára diplomútbúgving við sergrein í leiðslu frá Danmarks Sygeplejerskehøjskole ved Aarhus Universitet.
Hon hevur hollar leiðsluroyndir sum økisleiðari innan heimarøktina, og í út við trý ár starvaðist hon sum deildarsjúkrasystir í 10 ár á psykiatrisku deild, eitt nú á gerontopsykiatrisku deild. Eisini hevur hon verið avloysari fyri fyristøðukvinnuna á Landsjúkrahúsinum í 8 mánaðir, og hevur fýra tey seinastu árini starvast sum ábyrgdarhavandi sjúkrarøktarfrøðingur (trissa) á Landssjúkrahúsinum. Hensia hevur einsin starvsroyndir frá arbeiði á røktarheimum í Noreg og á sjukrahúsi í Danmark.