Mikudagin 12. august fyllir Hensar Ellingsgaard fyrrverandi landsskúlastjóri og deildarleiðari 75 ár.
Hensar er føddur á Eiði í 1934. Foreldur hansara vóru Hans J. Ellingsgaard, trúðboðari av Eiði og Kathrina f. Davidsen úr Tjørnuvík. Hensar er giftur við Gretu Ellingsgaard f. Sørensen, fyrrverandi lærara, og eiga tey tríggjar døtur. Kirstin, ið býr í Kaldbak, Birgittu, ið býr í Keypmannahavn og Helgu, ið býr í Sveis.
Aftan á barnaskúlan á Eiði fór Hensar til skips og arbeiddi annars fyrifallandi arbeiði í heimbygdini. Í 1952-1953 var hann næmingur á Føroya Fólkaháskúla. Í 1954 fór Hensar á Føroya Læraraskúla og tók prógv sum lærari í 1958. Hensar fekk sama ár starv sum einalærari á Viðareiði. Har starvaðist hann í 6 ár, til hann í 1964 flutti vestur til Sørvágs, har hann í 1965 varð settur sum fyrstilærari og seinni sum skúlastjóri. Hetta starv røkti hann til 1981, tá hann flutti til Havnar at arbeiða sum námsfulltrúi á Landsskúlafyrisitingini.
Sum lærari og skúlastjóri í Sørvágs skúla røkti Hensar mong onnur álitisstørv í Vágum. Her skulu bert nevnast nøkur. Í 16 ár var hann urguleikari í Sørvágs kirkju, orkesturleiðari hjá Sørvágs Tónleikarfelag í mong ár, barnaverndarlimur og náttúrufriðingarlimur, skótaleiðari í Sørvági og eitt skifti skótaovasti fyri allar Føroyar.Hensar var saman við øðrum við til at leggja til rættis roknibókarøð fyri 1.–7.skúlaár. Haraftrat hevur Hensar eisini roynt seg sum týðari av bókum, ið nýttar verða í føroyska fólkaskúlanum.
Fyrstu ferð, eg hitti Hensar, var, tá eg sum læraraskúlanæmingur í 1970 var í starvspraktikk í Sørvágs skúla. Eg hevði bæði Gretu og Hensar sum praktikklærarar, og væl havi eg allarhelst trivist, tí árið eftir, í 1971 og fram til 1981, í góð 10 ár komu vit at starvast saman . Hann sum skúlastjóri og eg sum lærari og varaskúlastjóri. Grannar vóru vit eisini, so vit hittust ikki bert í skúlanum, men eisini í frítíðini saman við konum og børnum.
Hetta vóru góð og lærurík ár, sum vit minnast við gleði og takksemi. Fyri mær og mongum øðrum ungum lærarum, sum starvaðust saman við Hensari, var hann mangan góður í ráðum. Góðsliga sinnalagið, lætta og skemtiliga lyndið og ikki minst hjálpsemið og vinarlagið var eitt eyðkenni fyri
Hensar. Men hann var heldur ikki bangin fyri at tosa við stórum bókstavum, tá á stóð. Tí var eisini stórur saknur í honum, tá hann valdi nýggjar avbjóðingar í Havn.
Hensar fekk, sum áður sagt, starv sum undirvísingarleiðari á Landskúlafyrisitingini. Fimm ár seinni, í 1986, varð hann settur sum Landsskúlastjóri á sama stovni. Tá hesin stovnur í 1998 varð umskipaður til tað, vit í dag kalla Mentamálaráðið, varð Hensar settur sum deildarleiðari fyri fólkaskúlan í hesum ráði. Hetta starv røkti hann til 2001, ta hann vegna aldur segði starvið frá sær.
Sum sæst hevur Hensar staðið á odda í føroyska skúlaverkinum í eini so stórari broytingartíð sum ongantíð áður. Hetta hevur eisini kravt sín mann. Onki er at ivast í, at Hensar, sum ovasti leiðari fyri føroyska fólkaskúlan, hevur verið við til at tikið avgerðir,sum koma at hava avleiðingar og seta sín dám á gerandisdagin í tí føroyska fólkaskúlanum langt fram í tíðina, og kenni eg Hensar rætt, so hava hesar avgerðir ikki verið tiknar eftir einum degi, men aftaná einari væl gjøgnumarbeiddari arbeiðsætlan, sum hevur vart bæði dagar og nætur. Ikki altíð populerar avgerðir, men avgerðir, sum skuldu takast.
Hetta slítur upp á øll menniksju, og mong vóru vit, sum ynsktu tær títt væl uppiborna otium, tá tú á samkomu í 2001 valdi at leggja frá tær vegna aldur.
Men tiverri vardi tað alt ov stutt. Tú varð raktur av herviligari sjúku, sum tú enn stríðist við, men við góðari hjálp frá Gretu, hevur tú megnað at lært teg at liva við sjúkuni.
Hjartaliga til lukku á 75 ára degnum við bestu ynskjum um blíðan byr í komandi árum.
tr
Føðingardagin er Hensar staddur á Tjarnagarði, har dagurin verður hildin millum kl.15.00-17.30
fyri familju, vinum og kenningum.