Hann hevur alla tíðina pástaði, at hann fer ongan veg úr Arsenal. So seint sum fyrr í vikuni váttaði hann aftur, at Arsenal eisini komandi kappingarár var hansara arbeiðsgevari.
Nú er hann so bert smálutir frá at skifta til spanska stórfelagið Barcelona. Tað vita heimasíðurnar hjá bæði BBC og CNN at siga.
Heilt síðani kappingarnar endaðu í síðsta mánað hevur Henry verið settur í samband við Barcelona, men bæði hann sjálvur og agentur hansara hava avsannað hesi tíðindi.
Soleiðis broytist í fótbólti alla tíðina, og Barcelona hevur eftir hvat skilst fingið vandamikla álopsleikaran frá Arsenal fyri 175 milliónir krónur