Henry skiftir til Red Bulls

Fyri góðum mánaða síðan var greitt, at fraklendingurin fer ikki at halda fram í Barcelona.

- Tað verður eitt nýtt og áhugavert kapitul í mínum lívi. Tað er ein æra at spæla fyri felagið. Eg kenni søguna hjá felagnum, og eg vil hjálpa felagnum at vinna sítt fyrsta meistaraheitið, sigur Henry við heimasíðuna.