Føroyar leggja fyri við útidysti ímóti Litava tann 16. august í ár, og undankappingin endar í Ukraina tann 21. november 2007.
Í síðstu viku vóru umboð fyri Fótbóltssambandið á fundi í Paris, har tosað varð um, hvussu næsta undankappingin í fótbólti skal spælast. Føroyar og øll hini londini í okkara bólki hittust fyri at leggja eina skrá fyri dystirnar, og hóast samráðingarnar vóru sera truplar, komu seks av teimum sjey londunum í okkara bólk til eina niðurstøðu.
Bert Ukraina vildi ikki skrivað undir avtaluna, og tað komst av, at umboðini fyri Ukraina, sum vórðu á fundinum, helst ikki høvdu mandatið til at gera samráðingarnar lidnar.
Á middegi mánadagin skuldu londini svarað endaliga, um tey góðtaka uppskotið, sum londini gjørdu í Paris.
Totti næsta ár
Uppskotið, sum Føroyar, Frakland, Italia, Skotland, Litava og Georgia eru blivin samd um, verður eftir øllum at døma gjøgnumført, og sambært tí skulu Føroyar spæla seks landsdystir í heyst og seks landsdystir næsta ár.
Kappingin byrjar við einum útidysti í Litava hálvan august, og síðani koma tríggir heimadystir á rað. Fyrst kemur Frakland á vitjan, nakrar dagar seinni Ukraina, og síðani Georgia.
11. oktober skulu Føroyar spæla í Italia, og landsliðsárið endar ikki fyrr enn hálvan november, tá ið Føroyar spæla í Skotlandi.
Stórur spenningur er ivaleyst um, nær italsku stjørnurnar koma til Føroya at spæla, og sambært uppskotinum, koma Totti og hansara harkalið til Føroya tann 6. juni næsta ár.
Tveir dystir í november
Bæði í ár og næsta ár skal føroyska landsliðið spæla landsdystir í november. Vanliga roynir FSF at sleppa undan hesum, men tað var ógjørligt hesaferð.
15. november í ár spæla Føroyar í Skotlandi, og 21. november næsta ár spæla Føroyar í Ukraina. Harafturat liggur ein landsdystur 28. mars næsta ár.
10 av teimum 12 dystunum, sum Føroyar skulu spæla, liggja frá august til november, meðan bert tveir dystir eru um várið.
Orsøkin til hetta er, at tey stóru londini vilja ikki spæla landsdystir í til dømis juni mánaði, og tí falla teir flestu dystirnir um heystið.
Um uppskotið, sum seks av teimum sjey londunum, eru blivin samd um, verður til endaligu dystarskránni fæst at vita, eftir at londini skuldu geva endaligt svar um middagsleitið mánadagin.
******
Fakta
Seks av teimum sjey londunum í okkara EM-bólki eru blivin samd um hesa dystarskránna fyri komandi undankapping. Bara Ukraina hevur ikki skrivað undir avtaluna, sum sær soleiðis út:
2006
16. augustLitava-Føroyar
02. septemberFøroyar-Frakland
06. septemberFøroyar-Ukraina
07. oktoberFøroyar-Georgia
11. oktoberItalia-Føroyar
15. novemberSkotland-Føroyar
2007
28. marsGeorgia-Føroyar
06. juniFøroyar-Italia
22. augustFøroyar-Litava
08. septemberFøroyar-Skotland
12. oktoberFrakland-Føroyar
21. novemberUkraina-Føroyar