Talan var um stórsigur til heimaliðið, tá ið KÍ í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Úrslitið var 7-0, og øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki.
Merkisvert var tað, at álopsspælarin Henry Heinesen, sum skoraði trý mál, sat uttanfyri í 1. hálvleiki. Orsøkin var tann, at hann var sjúkur, men hann var kortini so mikið væl fyri, at hann var førur fyri at spæla í 37 minuttir, og tá var tað ikki eiti, sum hann gjørdi um seg. Hann skoraði trý mál og legði upp til okkurt av hinum. Steffan Kalsø skoraði tvey mál, og Bárður Heinesen skoraði eitt mál. Sjeynda málið átti Álvur F. Christiansen sín stóra lut í, men tað varð skrásett sum sjálvmál.
Sigurin ber við sær, at KÍ er næstfremst við 34 stigum. NSÍ hevur 19 stig og er triði aftast.
1-0: Henry Heinesen 56.
2-0: Steffan Kalsø 61.
3-0: Bárður Heinesen 74.
4-0: Steffan Kalsø 78.
5-0: Henry Heinesen 81.
6-0: sjálvmál 89.
7-0: Henry Heinesen 90.