Farvæl til Henrik
- Eg eri ikki so góður til at siga farvæl. Seinastu dagarnar havi eg støðugt hugsað um hesa løtuna, og hendurnar eru eisini vátar av sveitta. Men eg skal royna.
Jú, Henrik Larsen var heilt rørdur, tá hann á lítlari móttøku í FSF-húsinum slapp at siga farvæl við føroyskan fótbólt á ein hátt, sum tað sømir seg.
Seinasti dysturin hjá Henrik við róðrið, var jú útidysturin í Ísrael, og tá bar illa til at skipa fyri nakrari veruligari móttøku.
Tí hevur FSF leingi havt í umbúna at skipa fyri móttøku, og fríggjadagin varð hendan so hildin í FSF-húsinum. Umframt nevndini í FSF, vóru eisini flestu av teimum, sum hesi árini hava verið kring landsliðið, eins og fjølmiðlarnir vóru bodnir á gólvið.
Mundi koppað Eiffel-torninum
Umframt Henrik sjálvan, so høvdu eisini Óli Holm, FSF-formaður, og komandi landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen hevði eisini nøkur orð at siga.
At taka saman um alt tað, sum varð ført fram, hevði helst kravt meira blaðrúmd enn tað sama. Men skal ein felagsnevnari finnast í hesum, so vóru tað menniskjansligu eginleikarnir, sum Henrik Larsen hevur. Ein venjari, sum umframt fakliga førleikan og sum eisini góð úrslit, hevur givið føroyska fótbóltslandsliðnum eina sosiala dimensión, sum í sjálvum sær er nógv verd.
Stuttligastu røðuni mundi liðleiðarin, Birgir Hansen tó standa fyri. Millum annað legði hann dent á, hvussu væl Henrik dugir at taka til. Gullkornini frá hansara síðu hava eisini verið nógv í so máta, men Birgir helt tó, at tað besta kom, tá ein uppøstur Henrik Larsen rópti á dómara, tá Føroyar spældu í Fraklandi í heyst: »For helvede dommer - skal vi vælte Eiffel-tårnet for at fá eit frispark!«
Og hetta er sum so eisini ein eginleiki, sum hevur hóvað føroysku fjølmiðlunum væl, síðani Henrik varð settur at stjórna skútuna fyri hálvum fjórða ári síðani. Tað hevur ongantíð staðið á at fáa fatur í viðmerkingum um viðurskifti kring landsliðið, og aloftast hava hesar verið so passaliga beinraknar, at tær uttan stórvegis hóvasták kundu setast beint á yvirskriftina.
Niður til jólaborðhald
Umframt at talan sjálvandi eisini gjørdist um gávuhandanir, so fekk Henrik eftir móttøkuna eisini eitt seinasta høvi at hugna sær saman við teimum, sum hann hevur starvast við her í Føroyum. Sum skilst, so varð bowling-høllin bíløgd, áðrenn ein góður biti varð fingin á Hotel Føroyum, men longu leygardagin mátti Henrik aftur seta kósina móti Danmark.
- Vit hava jú eitt frálíkt old-boys lið í Lyngby. Har er fastur siður, at fyrsta leygarkvøldið í desember mánaði verður nýtt til jólaborðhald, so eg verið noyddur at fara niður aftur, helt hann flennandi,.
So kundu vit kanska lagt afturat, at fótbóltsreypið helst fekk nógva rúmd í Lyngby. Saman við somikið frægum spælarum sum Michael Laudrup, Brian Laudrup og øðrum, vann liðið aftur í ár danska meistaraheitið, og hartil gjørdist talan eisini um steypasigurin, sum teir ikki fingu í fjør.