Henrik Thomsen: Hetta kom ógvuliga dátt við

? Eg hevði í øllum førum væntað, at vit sluppu uppí part at bjóða uppá oljuhavnina. At vit ikki so frægt, sum sluppu tað, kemur ógvuliga dátt við, sigur Henrik Thomsen, nevndarlimur í Nordserv, sum ætlaði at gera oljuhavn á Drelnesi

 

? Tað kom ógvuliga dátt við, at vit ikki so frægt sum sleppa upp í part at bjóða upp á at at gera eina føroyska oljuhavn.

Tað sigur Henrik Thomsen á Tvøroyri. Hann er føroyski nevndarlimurin í Nordserv, sum ætlaði at gera eina oljuhavn á Drelnesi.

Nú tað er gjørt av, hvør sleppur at bjóða upp a at gera oljuhavn, er tað greitt, at oljuhavnin verður í hvussu so er ikki á Tvøroyri. Tí teir, sum ætlaðu at gera oljuhavnina á Drelnesi eru ikki millum tey trý feløgini, sum sleppa at bjóða uppá oljuhavnina.

Tvøramenn hava annars seinastu árini lagt eitt ovurhonds stórt arbeiði í át fáa oljuhavnina til Tvøroyrar. Men nú sær tað so út til, at alt hetta arbeiðið er til fánýtis.


Eitt vónbrot

Henrik Thomsen sigur, at hetta er so mikið nýtt, og hann hevur heldur ikki fingið at vita, hví, Drelnes er vrakað. Tí fær hann ikki gjørt tær stóru viðmerkingarnar enn

Men hann viðgongur, at hetta er eitt stórt vónbrot.

Tað er onki galið við tí forarbeiði, vit hava gjørt. Vit hava eisini tær neyðugu fortreytirnar fyri at bjóða okkum fram. Og vit eru harafturat saman við einum vælkendum felag á økinum, Danbor Service, sum hevur verið í oljuvinnuni í yvir 20 ár.

? So hví, vit ikki so frægt, sum sleppa uppí part at bjóða uppá oljuvinnuna er eitt vónbrot.

Hann sigur, at enn hava tey ikki fingið at vita, hvat tað er, sum hevur gjørt, at Drelnes varð vrakað.

?Tað eri eg ógvuliga spentur uppá at fáa at vita, sigur Henrik Thomsen.

Men hann heldur, at talan má verða um okkurt heilt ávíst, tí fortreytirnar eru annars til staðar.

Hann sigur á teimum fundum, teir hava havt við oljufeløgini, hava teir ongantíð fingið varhugan av, at nakað var galið við tærra ætlan um oljuhavn á Drelnesi.

Hann vísir eisini á, at landsstýrismaðurin í oljumálum hevur heilt greitt gjørt vart við, at hann vil hava oljuvirksemið úti um landið.

?Men hesum hava oljufeløgini ikki tikið til eftirtektar, tí nú er tað tvørturímóti greitt, at oljuhavnin endar í miðstaðarøkinum, sigur Henrik Thomsen.


?