Henrik Strube í Føroyum

Leygardagin 4. apríl kl. 16 hevur kendi danski vísusangarin, Henrik Strube solo-konsert í Norðurlandahúsinum

Umleggingin hjá 48-ára gamla Henrik Strube frá rocktónleiki til ein vísu- og fólkasangara hevur verið sera væl móttikin av ummælarum og áhoyrarum.

Í hansara nýggju CD ?Blå Himmel Over Byen?, eru bæði nýggjar innspælingar av gomlum sangum, meðan tað mesta er nýtt tilfar sum hann sjálvur hevur gjørt.


Tinnitus og lívsvirði

Tað er Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum, sum í samstarvi við Tónleikarafelagið, Arbeiðseftirlitiið og Pedagogfelagið, ið skipa fyri konsertini.

Sunnudagin 5. apríl kl. 16 verður Henrik Strube aftur á pallinum í Norðurlandahúsinum. Hesaferð skal hann halda ein fyrilestur um tinnitus og lívsvirði.

Sjálvur er Henrik nevnliga sjálvur raktur av tinnitus, og hann fær tí ikki virkað 100% sum tónleikari. Í fyrilestrinum fer hann millum annað at koma inn á, at hoyriskaðar ávirka lívskvalitetin.


Tónleikara

í vandabólki

? Tónleikara eru í vandabólkinum fyri at fáa tinnitus, og tað eru eisini fleiri av teimum, ið hava brekið, sigur Brandur Øssurson frá Tónleikarafelagnum.

? Tí er tað eisini gott, at ein tónleikari kann greiða øðrum tónleikarum frá trupulleikanum. Hann dugir nevnliga at seta seg inn í støðu teirra, ið ynska at hava ljóðið hart frá, sigur Carita Bjørklund, formaður í felagnum fyri hoyribrekað í Føroyum.