Tað er óskiljandi, at tinglimir úr fólkaflokkinum og og sambandsflokkinum í Norðoyggjum, halda fram at streingja á fyri at taka arbeiðið at gera tunlarnar Norður um Fjall, framum Hvalbiartunnilin.
Tað heldur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú Løgtingið enn einaferð hevur havt orðaskifti um tunlarnar Norður um Fjall. Í tí sambandi streingja tingfólk úr Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum í Norðoyggjum framvegis á, at fáa teir tunlarnar Norður um Fjall tiknar framum Hvalbiartrunnilin.
Annars hevurætlanin verið, at Hvalbiartunnilin skal verða tann næsti tunnilin, sum skal gerast, og síðani verður farið undir tunlarnir Norður um Fjall.
Henrik Old átalar, at tinglimir úr Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum ikki vilja góðtaka, at Hvalbiartunnilin verður gjørdur fyrst, tí tað er ein tíðarætlan, teir sjálvir hava lagt.
Hann sigur, at tað er ikki hann, sum hevur lagt tunlarnar Norður um Fjall afturum Hvalbiartunnilin, tí tað er ein tíðarætlan, sum varð løgd í undanfarnu samgongu.
Og Henrik Old sigur, at ætlanin er at halda fast um tíðarætlanina hjá undanfarnu samgongu og tað er ringt at gera alt ísenn.
Men hinvegin ivast hann ikki í, at tað ber til at framskunda allar tunlarnar eitt sindur.