Henrik Old heldur fólk á smábygd fyri gjøldur.
Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, ætlar at lata Landsverk seta eitt tunlalið á stovn, sum skal bora tunlar til Fámjins, Dals, Gjáar, Tjørnuvíkar, og kanska til onnur smápláss við. Og eftir ætlan skulu sjey milliónir setast av á fíggjarlógini fyri næsta ár til hetta tunnilsliðið.
Í Arbeiðsgevarafelagnum halda tey, er endamálið helst er at kyrra fólk á smáplássunum kring landið, men hetta er at halda tey fyri gjøldur, tí spyrja tey um hetta ikki bara er at geva bygdafólki bomm fyri sjey milliónir krónur.
Tey vísa á, at Búskaparráðið, Landsbankin og Fíggjarmálaráðið ávara ímóti at seta ov nógv arbeiðið í gongd, sum støðan er nú.
Arbeiðsgevararnir halda, at tað er púra burtur við at játta pening til at seta arbeiðið ígongd og til at leggja tað niður, aftur ár um ár.
– Heldur landsstýrismaðurin av álvara, at tørvur er á hesum tunlunum, er betri at fara verður undir at fyrireika teir, so at tað er klárt at seta arbeiðið í gongd, tá tíðirnar verða verri aftur, siga Arbeiðsgevararnir.
Teir siga, at hetta eru áttatiárini umaftur, har politiski myndugleikin –fyri at sleppa undan at raðfesta- setti ov lítið av peningi av til hvørja verkætlan, men arbeiddi uppá ov nógvar verkætlanir í senn.
– Trupulleikin er, at fyri sjey milliónir krónur um árið, verður als eingin tunnil boraður, og endaliga úrslitið verður nógv dýrari, enn ið tá ið arbeitt verður út í eitt.
Landsverk sigur, at Viðareiðistunnilin, sum er tvísporaður, kostaði 71.000 krónur meturin at bora, og sostatt røkkur játtanin upp á sjey milliónir til at bora 98,5 metrar av tunli. Ein einsporaður tunnil er sjálvandi nakað bíligari, men verri enn so helvtina bíligari.
Landsverk hevur mett, at ein tunnil til Tjørnuvíkar kostar 125 milliónir, tunnilin til Fámjins kostar 114 milliónir, til Gjáar kostar hann 113 milliónir og til Dals kostar hann 230 milliónir,
Verður farið undir tunnilin til Gjáar næsta ár, og tunnilsliðið fær sjey milliónir at arbeiða fyri um árið, verður hann liðugur í 2032. Til Dals verður klárt at koyra í 2064, til Tjørnuvíkar í 2081 og tunnilin til Fámjins verður liðugur í 2097.