Henrik Old heldur at tað er einki at stúra fyri

Talan er um ein álítandi grunn, sum vil gera eina stóra íløgu í Føroyum

Henrik Old, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur ikki, at tað er nøkur grund hjá føroyingum til at bera ótta fyri danska Novo-grunnurin.

 

Herfyri var frammi, at danski Novo-grunnurin hevði í hyggju at gera eina diabetismistøð í Føroyum, men boðini hann fekk frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, var, at hetta er ikki ein spurningur, tey arbeiða við í løtuni. Men síðani hevur hon lagt dent á, hetta merkir ikki, at hon hevur víst ætlanini endaliga frá sær.

 

Nú Henrik Old hevur tikið sæti á Fólkatingið, hevur hann spurt danska heilsumálaráðharran, Ellen Trane Nørby, um danska stjórnin hevur nøkur fyrivarni, nú donsku regiónirnar samstarva við Novo-grunnin um at stovna diabetismiðstøðir kring um í Danmark.

 

Men tað hevur danska stjórnin ikki, staðfestur hon. Hon sigur, at danir hava drúgvar royndir í at samstarva við grunnar um at menna vælferðarsamfelagið. Og tað tekur stjórnin undir við, treytað av, at samstarvið er innan fyri lógarinnar rammur, og at tað annars lýkur grundleggjandi treytirnar um at tað skal vera fakligt og sakligt.

 

Hon heldur, at samstarv ímillum tað almenna og tað privata hevur stóran týding á heilsuøkinum, og tí tekur stjórnin eisini undir við, at regiónirnar í Danmark samstarva um at seta diabetismiðstøður á stovn

 

Henrik Old heldur, at í einum væl skipaðum samstarvi er ongin orsøk hjá føroyingum at stúra fyri Novo-grunnin. Og hann heldur somuleiðis, at tað ber svarið frá danska heilsumálaráðharranum eisini boð um, tí danir hava eina langa siðvenju við at samstarva við grunnar um alskyns vælferðartænastur.

 

– Sjálvandi skal tað skipast væl, men eg ivist ikki í, at føroyskir myndugleikar, og føroysk fakfólk, kunnu bera tað á mál. Hetta er ein grunnur, sum er álítandi uppá allar mátar, og sum vil gera eina stóra íløgu í Føroyum, sigur fólkatingsmaðurin.

 

Hann sigur, at hetta snýr seg um at bøta um umstøðurnar hjá túsundtals føroyskum sjúklingum. Tí hevði tað verið heilt ómetaliga spell, um hetta glapp okkum av hendi, sigur Henrik Old.