Henrik Old finst at Noreg og ES

Útnorðurráðið er stúrið um gongdina í makrelstríðnum millum Føroyar og Ísland á aðrari síðuni og ES og Noreg á hinari.

Tað segði næstformaðurin í Útnorðurráðnum, Henrik Old á Norðurlandaráðsfundinum í Helsinki, sum endar í dag.

- Sakin er, at ES við hjálp frá Noregi hevur sett tiltøk í verk móti føroyskum og íslendskum fiski á ES-marknaðinum, tí vit fiska makrel, sum finst í stórum mongdum ferðast á okkara øki, segði Henrik Old.

Hann nýtti høvi at takka Ungdommens Nordiske Råd fyri stuðul, men teir stúra eisini fyri gongdini og spyrja, hvør kann svara upp á, hvat er at gera í Føroyum, um vit ikki kunnu fiska tann fisk, ið ferðast í føroyskum sjógvi.

Henrik Old vísti á, at tað er ein vantandi gransking av makrelinum.

- Hví finst makrelur í so stórum mondgum í føroyskum, íslendskum og nú eisini grønlendskum sjógvi, ja, um alt Norðuratlantshav, spurdi Henrik Old.

Íslendski Altingslimurin, Ólína Þorvarðardóttir, sum eisini er varaformaður í Útnorðurráðnum, tekur undir við atfinningunum hjá Henriki Old og mælti til, at farið verður undir eina felags altjóða gransking av makrelinum.