Fótbóltssambandið vil ikki hava, at støðan, sum føroyskur fótbóltur var í fyri tveimum árum síðani, skal endurtaka seg. Tá ið Allan Simonsen hevði boðað frá, at hann ikki fór at halda fram sum venjari, gekk rúm tíð, áðrenn tað var greitt, hvør skuldi standa við stýrisvølin.
Sáttmáli varð undirskrivaður við Henrik Larsen. Talan var um sáttmála, sum fevndu um hesa EM undankappingina. Sáttmálaskeiðið verður liðugt, tá ið Føroyar hava spælt síðsta undankappingardystin, sum verður á heimavølli ímóti Litava mikudagin 10. september.
Á tíðindafundi á middegi í gjár varð boðað frá, at semja er millum FSF og Henrik Larsen um at leingja samstarvið við teimum árum. Tað vil við øðrum orðum siga, at Henrik Larsen verður venjari hjá landsliðnum í HM undankappingini, sum verður á skránni á heysti í 2004 og í 2005.
Samstundis varð boðað frá, at Jógvan Martin Olsen eisini tvey tey næstu árini verður hjálparvenjari hjá landsliðsvenjaranum. Jógvan Martin Olsen er rættuliga gamal í garði. Hann var hjálparvenjari hjá Allani Simonsen frá 1996 og fram til og við 2001, og nú hevur hann arbeitt saman við Henrik Larsen í tvey ár.
? At vit vilja leingja samstarvið við venjaran og hjálparvenjaran ber boð um, at vit hava verið stak væl nøgdir við arbeiðið, sum teir hesi bæði seinastu kappingarárini hava lagt í landsliðið. Henrik Larsen kom sjáldsama skjótt og lætt inn í føroysk viðurskifti, og hann hevur samstundis megnað at sett sín persónliga dám á menningina av landsliðnum, sigur formaðurin í FSF, Dánial Andreasen, og hann heldur fram:
? Samstarvið við Jógvan Martin Olsen hevur verið skjótt í átta ár. Jógvan Martin hevur í uppaftur væl fleiri ár havt ábyrgdina av yngru landsliðunum, og tað er neyvan nakar, sum kennir føroyskar fótbóltsspælarar og teirra møguleikar í altjóða høpi betri, enn Jógvan Martin Olsen ger tað. Hann arbeiddi væl saman við Allani Simonsen, og heldur ikki Henrik Larsen hevur fjalt yvir, at hann hevur verið fegin um samstarvið við føroyska hjálparvenjarin, sigur Dánial Andreasen.
Framvegis nýggir møguleikar
Tá ið Henrik Larsen skrivaði undir sáttmála við FSF fyri hálvum øðrum ári síðani, segði hann eitt sindur bragdliga, at málið í hesi EM undankappingini var at fáa sjey stig. Undan trimum teimum síðstu dystunum er eitt stig á kontini. Men landsliðsvenjarin hevur fleiri ferðir sagt, at talan hevur verið um sera positivt tíðarskeið, har føroyska liðið sum oftast hevur roynt at spæla fótbólt í staðin fyri at sparka, og har marginalirnir fleiri ferðir hava verið ímóti. Her verður eitt nú hugsað um heimadystin ímóti Skotlandi, har tað var gyltur møguleiki at økja til 3?0, útidysturin í Týsklandi, har royndin hjá Hjalgrím Elttør í síðstu løtu var stólpa út í staðin fyri stólpa inn, og útidysturin í Reykjavík, har javnleikurin í evstu løtu gjørdist til 2?1 tap.
Henrik Larsen metir, at tað framvegis eru góðir møguleikar fyri betri spæli og fyri, at marginalirnir onkra ferðina fara at vera í parti við føroyska liðnum. Hann er stak fegin um samstarvið við FSF og við Jógvan Martin Olsen. Harvið tykist tað vera soleiðis, at tað verður friður um venjaraspurningin fram til og við 2005.
Jógvan Martin Olsen skal arbeiða fyri FSF eftir somu treytum, sum hann hevur gjørt higartil. Tað vil siga, at hann umframt at vera hjálparvenjari hjá Henrik Larsen verður høvuðsvenjari hjá yngru landsliðunum. Tvey tey seinastu árini hevur Jógvan Martin Olsen verið venjari hjá NSÍ í 1. deild. Fótbóltssambandið hevur einki ímóti, at Jógvan Martin Olsen eisini komandi árini verður venjari hjá føroyskum feløgum.









