Fótbóltur
Í Fótbóltssambandinum ganga teir í hesum døgum og krossa fingrar fyri, at tað skal gangast Ølstykke í triðbestu donsku deildini væl.
Orsøkin til hetta er hin einfalda, at so skjótt núverandi felagið hjá Henrik Larsen hevur tryggjað sær uppflyting, sleppur nýggi føroyski landsliðsvenjarin at virka sum ein slíkur. Og í FSF verður eins og fleiri aðra staðni vónað, at nýggi venjarin fær umstøður at hyggja at fleiri umførum í føroysku kappingini undan summarsteðginum, soleiðis at hann betri er førur fyri at gera sær eina mynd av leikaratilfarinum, sum hann hevur.
Gongst væl
Og tí er bara at fegnast um, at tað tykist ganga púrasta eftir vild hjá »Stóra«, sum hann eisini verður róptur.
Sunnudagin vunnu teir sostatt 2-0 á Nørre Sundby, og tá bæði Holstebro og Birkerød spældu javnt í sínum dystum, øktist frástøðan niður til liðini, sum eisini dystast um uppflyting.
Ølstykke er í løtuni á øðrum plássi í deildini, nú fýra umfør eru eftir at spæla. Munurin niður til Holstebro á fjórða plássinum er átta stig, so um Ølstykke vinnur, samstundis sum Holstebro tapir, so er uppflytingin veruleiki, og so verður tað neyvan bara í Ølstykke, at propparnir verða skotnir av sjampanjufløskunum.