Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og tingmaður fyri Tjóðveldi, biður samgongufelaga sín Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um ikki at ganga frá givnum lyftum í samband við Dalstunnilin.
Henrik Old hevur síðani hann tók við sum landsstýrismaður, arbeitt fyri at fáa eitt tunnilstoymi sett á stovn, sum skal bora tunlar til smærru bygdirnar í Føroyum.
Á fíggjarlógini í ár blivu fyrstu krónurnar settar av til toymið, og sagt varð, at tunnilstoymið fyrst skuldi fara undir at gera Dalstunnilin. Men í samband við eitt uppskoti hjá Jenisi av Rana, Jacobi Vestergaard, Kristini Michelsen og Heðini Mortensen, um at heita á landsstýrið um at bjóða Fámjinstunnilin út saman við Hvalbiartunlinum, sum er næsti stóri tunnilin, sum skal borast, kom fram, at Henrik Old nú ætlar at seta hol á Fámjinstunnilin fyrst.
Ávís viðurskifti gjørdu, at tað fór at taka ov langa tíð at fáa loyvini í lagi at gera tunnil til Dals og tí skuldi tunnilstoymið sendast til Øravíkar at byrja upp á tunnilin til Fámjins.
Hetta er kortini fallið nógvum tingfólkum fyri bróstið, ikki minst teimum, sum búgva á Sandoynni ella hava røtur haðani. Páll á Reynatúgvu, sum er sandingur, kallar hetta fyri lyftisbrot.
- Í nógv harrans ár, hava nógv tingfólk stríðst fyri at fáa eina byrjan á tunnilsgerðina til smærru fjarskotnu bygdirnar. Tunnilstoymið skal tryggja eina raðfylgju og raðfesting á økinum. Gleðin var tí av røttum stór, tá fíggjarlógin gjørdi greitt at Dalstunnilin, var fyrstur í røðini hjá tunnilstoyminum, skrivar tingformaðurin.
Hann hevur í dag eina greiða áheitan til landsstýrismannin:
- Tí fari eg inniliga at heita á Henrik Old, landsstýrismann, og á Javnaðarflokkin um ikki at ganga frá givnum lyftum, men um beinanvegin at fara undir Dalstunnilin, nú boriútgerðin kemur til landið, skrivar hann á Facebookvanga sínum í dag.