Fótbóltssambandið boðaði fjølmiðlum til tíðindafund mánadagin klokkan 12.30, har nýggi landsliðsvenjarin varð avdúkaður. Henrik skal standa á odda fyri føroyska liðnum í hesi undankappingini, og sáttmálin gongur út í 2003.
? Eg gleði meg nógv at fara undir hesa avbjóðingina. Henrik Larsen viðgekk samstundis, at hann ikki kennir serliga nógv til føroyskan fótbólt, og tí fór hann at nýta nógva tíð at hyggja eftir dystum í føroysku landskappingini.
Henrik Larsen er 36 ára gamal, og hann hevur verið venjari hjá Ølstykke í tvey ár. Liðið liggur í oddinum í donsku 2. deild. Hann hevur eisini verið hjálparvenjari hjá FCK í hálvtannað ár.
Henrik boðaði beinanvegin frá, at hann fór at spæla við eini flatari fýramans verju. Allan Simonsen spældi altíð við einum aftasta manni, men henda skipanin er nú søga. Hetta er í øllum førum nakað nýtt, sum Henrik Larsen fer at innføra.
Henrik Larsen hevur spælt 39 dystir fyri danska A-landsliðið. Hansara størsta avrik var, tá hann gjørdist toppskjútti hjá Danmark í EM-endaspælinum í Svøríki í 1992. Hann skeyt fleiri avgerandi mál fyri liðið, sum so sera óvæntað gjørdist evropameistari.
Henrik fór undir yrkisleið sína í Lyngby síðst í áttatiárunum. Hann spældi síðani við Pisa í Italia frá 1990 til 1992. Eftir EM-endaspælið legði hann leiðina til Aston Villa í Englandi. Upphaldið var tó ikki langt, tí longu sama árið skifti hann aftur felag, hesuferð til Waldof Mannheim. Her spældi hann frá 1993 til 1994. Síðani fór hann aftur til Lyngby, har hann spældi í tvey ár. Í 1996 fór hann til FC København, har hann seinni gjørdist hjálparvenjari.
Tað verður sostatt Henrik ?Store? Larsen, sum hann eisini verður nevndur, ið skal taka sær av føroyska landsliðnum komandi tíðina.