Lyngby spældi á útivølli móti AB, sum undan dystinum var eittans stig aftan fyri Lyngby á triðja plássinum.
Leingi tóktist talan verða um málleysa uppgerð, men eitt korter eftir steðgin skoraði svenski Andreas Wihlberg tað, sum vísti seg at vera einasta málið í dystinum.
Sigurin ber við sær, at Henrik Larsen og hansara menn nú eru javnir við Herfølge á øðrum plássi. Viborg er á odda í deildini.