Henrik Dam Kristensen verður fólkatingsformaður

Sambært Jyllands-Posten verður tann royndi politikarin hjá Javnaðarflokkinum, sum fer at loysa Piu Kjærsgaard av sum formaður í Fólkatinginum.

Henrik Dam Kristensen úr Javnaðarflokkinum verður formaður í Fólkatingum, skrivar Jyllands-Posten.

Sambært blaðnum hevur forkvinnan í Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, tryggjað sær breiðan stuðul frá flokkunum í Fólkatinginum til at innstilla fyrrverandi ráðharran til at gerast Fólkatingsins formann.

62 ára gamli Henrik Dam Kristensen er í løtuni 1. næstformaður í formansskapinum í Fólkatinginum.

Postmaðurin úr Vorbasse var í 1990 fyrstu ferð valdur í Fólkatingið, hann hevur næstan sitið síðani, tó verið úti í sambandi við, at hann sat í Evropatinginum frá 2004 til 2006.

Henrik Dam Kristensen hevur havt ymsar ráðharrasessir undir Poul Nyrup Rasmussen og Helle Thorning-Schmidt, millum annað sum matvøruráðharri, almannaráðharri og arbeiðsmálaráðharri.

Síðani 2016 hevur hann verið limur í formansskapinum í Fólkatinginum.

Pia Kjærsgaard úr Danska Fólkaflokkinum hevur forkvinna í Fólkatinginum síðani 2015.

Eftir at meirilutin í Fólkatinginum flutti frá bláa veingi til reyða vong, kemur tað ikki óvart, at Fólkatingið skal hava nýggjan formann.

Forkvinnan í SF, Pia Olsen Dyhr, hevur víst sín stuðul til Henrik Dam Kristensen, um hann skuldi verið innstillaður.

– Um Henrik Dam Kristensen verður boðið hjá Javnaðarflokkinum til nýggjan formann í Fólkatinginum, so halda vit í SF tað vera eitt gott boð, og honum vilja vit fegin stuðla, segði hon.

Sjálvt um tíðindini enn ikki eru alenn, hevur floksfelagin hjá Henrik Dam Kristensen, Magnus Heunicke, longu sagt sína hugsa um tað.

– Eg atkvøði fyri honum fríggjadagin. Hann verður ein fínur formaður.

– Henrik Dam er savnandi, lurtandi og hugsar altíð um tey veikastu í samfelagnum, skrivar Magnus Heunicke á Facebook.

Formelt verður nýggi formaðurin í Fólkatinginum valdur í morgin.

 

/ritzau/