Danska kvinnulandsliðið í hondbólti má klára seg uttan Henriette Mikkelsen tað, sum eftir er av EM-kappingini í hondbólti. Henrietta eigur eina átta mánaða gamla dóttir, og hon verður altso tikin framum landsliðshondbóltin, eftir at mamman annars hevur verið til EM í eina viku. Ístaðin hevur venjarin, Jan Pytlick, tikið Mie Augustesen við í hópin.