TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina upptaktssamrøðu frá SportBoxini hjá Rás2 við Jóannes Guttesen, formann í borðtennissambandinum.
Frenst í samrøðuni verður tikið samanum søguni hjá føroysku borðtennisítróttini á oyggjaleikunum, har góðar løtur eisini hava verið.
Um komandi oyggjaleikirnar í Gotlandi sigur Jóannes Guttesen, at hann vónar, at Henrietta Nielsen nú fer at vísa hvør dugur er í henni, nú hon er vorðin 23 ár, og hevur nakrar royndir á baki.